Skrivstovulærupláss innan shipping og logistikk

Skrivstovulærupláss innan shipping og logistikk

Til logistikkdeildina hjá Varðanum Pelagic verður søkt eftir skrivstovulærlingi

Varðin Pelagic lýsir eftir skrivstovulærlingi við sergrein í speditión og shipping til setan 8. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.

Sum skrivstovulærlingur í logistikkdeildini kemur tú m.a. at fáast við hesar uppgávur:

  • Fyrireika og avgreiða skjøl í sambandi við útflutning og sølu
  • Skipa vøruflutning innan- og uttanlands
  • Vørugoymslustýring
  • Samskifti við viðskiftafólk og flutningsfeløg
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Tú skalt hava staðið miðnám. Lærutíðin er 2 – 2,5 ár, og í lærutíðini skalt tú í skúla í Danmark í 8-10 vikur – umframt møguligar einstakar lærugreinar aftrat (online). Útbúgvingin er ein skrivstovuútbúgving við sergrein innan speditión og shipping.

Vit vænta, at tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum máli og hevur áhuga og hegni fyri teldu- og KT-skipanum.

Vit ynskja, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at samstarva, samskifta og arbeiða sjálvstøðugt.

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt lærupláss, á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi, saman við dugnaligum starvsfólkum og nógvum ymiskum fakbólkum.

Starvið
Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Tvøroyri, og tú verður partur av søludeildini. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Allan Smedemark, logistikkleiðara, á tlf. 291695 ella senda teldupost til alsm@vardin.fo.

Umsókn
Umsókn við CV og avrit av viðkomandi prógvum skulu sendast til vphr@vardin.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. des. 2023.

 

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.