Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður

SWG2024

Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður

Árliga altjóða fiskivinnumessan í Barcelona byrjaði í morgun og heldur áfram til hósdagin 25. apríl.

Varðin hevur havt bás á hvørjum ári, síðan felagið varð stovnað í 2012, fyrstu árini í Bruxelles, og nú í Barcelona, har messan flutti til fyri nøkrum árum síðan.

Básurin hjá Varðanum hevur verið væl vitjaður. Fólk úr mongum ymiskum londum hava vitjað, bæði gamlir kundar og møguligir nýggir kundar.

Hetta er fyrstu ferð at Varðin hevur bjóðað smakkiroyndir av uppisjóvarfiski. Tað var vársild frá Gutta, og makrelur, sum Annika Gleðisheyggj hevur roykt.

Vit hava tikið nakrar myndir, sum lýsa góða stemningin á básinum. Ikki minst tá landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm vitjaði básin. Stjórin, Bogi Jacobsen, og onnur fólk hjá Varðanum fingu eitt gott prát við landsstýrismannin, og tey sum vóru í fylginum.

Silda- og makrelbitar tilgjørdir og serveraðir til stjóran á Norðlýsinum.

Kundar á vitjan.

Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm og aðalstjórin, Elin Mortensen, saman við stjóranum, Boga Jacobsen og Tórheðin Jensen, marknaðarleiðara.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, saman við Boga Jacobsen, stjóra, og Ólavi Bjarkhamar, rakstrarstjóra hjá Varðanum Pelagic.

Vábingar hittast í Barcelona: Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við bygdamonnunum Rana Nolsøe og Pætur Augustinussen.

Facebooktwitterlinkedin
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin
Skipaferðsla til Tvøroyri
Starvsfólk til roknskapardeildina hjá Varðanum
Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona

Comments are closed.