Útleigan av bingjuplássi

Í sambandi við alt virksemið hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri, hevur Varðin Pelagic eitt 4.000 fermetrar stórt bingjupláss. Pláss er fyri umleið 200 bingjum.

Varðin Pelagic brúkar ein stóran part av hesum til egið brúk, men møguleiki er eisini hjá øðrum at leiga sær pláss á økinum. Nakrar fyritøkur leiga longu pláss har í dag. Pláss er tó til fleiri.

Setið tykkum í samband við okkum:

tel +298 610680
vpsales@vardin.fo