Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra

Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra

Tíðliga á sumri 2007 kontraktaði Varðin nýggjan Trónd í Gøtu, sum skuldi byggjast á Karstensens Skibsværft í Skagen. Vik og Sandvik í Norra teknaðu skipið. Hetta var eina viku frammanundan at øll fiskiloyvi vórðu uppsøgd til 2018, sum var árið tá lógin um vinnuligan fiskiskap fór úr gildi.

Á várið 2010 kom nýggi Tróndur í Gøtu inn á Gøtuvág á fyrsta sinni. Hann kostaði tá umleið 260 mill. krónur.

Tróndur í Gøtu

Nú 14 ár seinni er Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra. Sølusáttmálin fyri Trónd í Gøtu kom uppá pláss í gjár. Reiðaríið er væl nøgt við prísin, sum ikki er upplýstur.

Skipið verður latið til Noregs í mai, og tað verður núverandi Finnur Fríði, sum skal fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu.

Nýggi Finnur Fríði, sum verður bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, verður væntandi latin P/F Krossbrekku í mai, um sama tíðarskeið, sum Tróndur verður latin nýggju norsku eigarunum.

Ætlanin er at fara í holt við at projektera nýggjan Trónd í Gøtu.

Facebooktwitterlinkedin
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin
Skipaferðsla til Tvøroyri
Starvsfólk til roknskapardeildina hjá Varðanum
Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona

Comments are closed.