Avskiping

Vøran, sum Varðin Pelagic framleiðir, verður avskipað á Tvøroyri. Tað eru fleiri ymisk farmaskip, ið flyta vøruna víðari til Holland, Russland, onnur lond í Evropa, Kina, Afrika ella hvar vøran nú einaferð skal.

Nakað av vøruni fer tó í bingjum og trailarum við Smyrli til Havnar, og fer síðani víðari haðani til kundan við flutningsfeløgum. Hetta er serliga, um tað eru smáar bíleggingar, ið verða latnar beinleiðis til kundar í Fraklandi, Póllandi ella aðrastaðni í Evropa.

Varðin Pelagic bjóðar seg eisini fram at avskipa fyri onnur.


Setið tykkum í samband við okkum:

Tel +298 291695
alsm@vardin.fo