Søla av uppsjóvarfiski

Varðin Pelagic er ein leiðandi veitari av uppsjóvarfiski í Norðurlondum. Vit selja hágóðsku uppsjóvarfisk til yvir 60 marknaðir kring allan heimin.

Vøruúrvalið hjá okkum er makrelur, sild, svartkjaftur og lodna. Vit framleiða heilan og avhøvdaðan fisk, fløk og flaps.

Umleið helvtin av okkara sølu er makrelur, ein triðingur sild, og restin av søluni er deild millum svartkjaftur og lodna.

Felagið stýrir allari virðisketuni frá veiðu til sølu. Hetta ger at vit kunnu tillaga vørur og tænastur til tørvin hjá einstaka kundanum. Harafturat leggur felagið dent á, at veitanin er framúr góð og ongin neyðsemja verður gjørd, tá ið talan er um góðsku. Selt verður til fleiri marknaðir, og tað tryggjar, at sølan ikki er viðkvom.

Umframt at selja uttanlands, verður agn og annað eisini selt í Føroyum.


Setið tykkum í samband við okkum:

tel +298 610680
vpsales@vardin.fo