Búmerki

Varðin er í navninum, og varðin er á búmerkinum. Hann sigur nógv um fyritøkuna og tað, sum hon stendur fyri. Varðin verður reistur fyri at hjálpa fólki at finna leiðina fram. Áðrenn vit fingu vegirnar, gingu fólk upp um fjøll, tá tey høvdu ørindi í øðrum bygdum. Vart tú ókunnugur, ella sýnið var vánaligt, so talaði grótið í varðunum sítt týðiliga mál: tað er handan vegin, tú skalt fara.

Myndin sigur eisini, at tú tekur ein varða í senn, inntil tú røkkur á mál. Varðin er, samstundis sum hann er myndaligur, sera ítøkiligur, gjørdur úr sama tilfari sum land okkara. Hann er úr gróti, og oman á honum veksur nakað av mosa. Hendur, sum langt síðan eru farnar at hvíla, hava lagað hann, og ættarliðini hava hvørt eftir annað, øld eftir øld, lagt afturat honum. Soleiðis talar hann um søgu, um siðvenju og um endurnýggjan.

Felagið Varðin er ankrað í siðvenju, men er treytað av endurnýggjan. Tað er bygt oman á tað jørðildi, sum tað er sprottið úr. Vit binda økini saman og skapa framburð. Har, sum nýggjar gøtur verða slóðaðar, eru vit eisini við til at laða nýggjar varðar. Tí eru navn og búmerki hóskilig og lívsjáttandi ímynd av einum av leiðandi feløgunum í Føroyum.