Frystigoymslan

Varðin Pelagic hevur egna frystigoymslu á 15.000 tons á Tvøroyri. Tá ið verktíðin er, er ofta tørvur á enn meira goymsluplássi. Varðin Pelagic nýtir tá eisini frystigoymsluna hjá Frystihúsinum í Vági á 5.000 tons. Tilsamans kann Varðin Pelagic sostatt hava 20.000 tons á goymslu í Suðuroynni. Umframt goymslupláss í Føroyum hevur Varðin Pelagic vøru í goymslum í Hollandi, Póllandi og Litava.

Tað er til fyrimun fyri kundan, at hava vøruna tætt uppá, so at tað ikki tekur ov leingi, frá tí at sølan fer fram, til kundin fær vøruna. Holland er eitt knútapunkt í hesum sambandi. Varðin Pelagic roynir støðugt at hava røttu vøruna til teir ymsu kundarnar á goymslu, á røttum stað.