Varðin Pelagic á Jobmatch 2020

Varðin Pelagic á Jobmatch 2020

Varðin Pelagic luttekur aftur í ár á Jobmatch. Hesa ferð verður tað tó nakað øðrvísið enn síðsta ár, nú tiltakið er virtuelt.

Vit samstarva fegin við lesandi, sum hava áhuga í at koma í starvsvenjing og/ella skriva uppgávu hjá okkum. Varðin Pelagic er eitt framkomið og fjølbroytt arbeiðspláss. Hjá okkum kunnu lesandi vinna sær vitan og fáa praktiskar royndir innan føroysku uppsjóvarvinnuna. Møguleiki er, at koma í starvsvenjing og skriva uppgávu innan:

  • Sølu
  • Marknaðarførslu
  • Vørumenning
  • Logistikk
  • HR
  • El og maskin

Hetta eru bert nøkur dømi, og vit eru altíð áhugað at frætta frá lesandi um teirra áhugamál og ynskir.

Í verandi løtu leita vit eftir einum lesandi at koma í starvsvenjing og skriva uppgávu saman við okkum um CSR og heimsmálini fyri burðardygga menning. Les meira um hetta á https://vardin.fo/haegri-lesnadur/

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at vitja okkara bás á Jobmatch ella seta teg í samband við okkara HR-deild á vphr@vardin.fo ella tlf nr. 521364.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.