Hægri lesnaður

Eitt orðatak sigur, at lærdómur er góður at standa á. Hesum taka vit undir við á Varðanum Pelagic og vilja tí fegin samstarva við lesandi. Varðin Pelagic er eitt framkomið og fjølbroytt arbeiðspláss. Hjá okkum kunnu lesandi vinna sær vitan og fáa praktiskar royndir innan føroysku uppsjóvarvinnuna. Eisini er møguleiki at skriva uppgávu saman við okkum innan:

  • Sølu
  • Marknaðarførslu
  • Vørumenning
  • Logistikk
  • HR
  • El og maskin

Hetta eru bert nøkur dømi, og vit eru altíð áhugað at frætta frá lesandi um teirra áhugamál og ynskir.