Vitjan av Fólkatinginum

Vitjan av Fólkatinginum

13. september hevði Varðin Pelagic vitjan av ríkisumboðum og limum úr danska Fólkatinginum. Fyrst á skránni var kaffi og smákøkur frá okkara kantinu og framløga frá rakstrarstjóranum, Ólavur Bjarkhamar. Hann greiddi gestunum frá okkara søgu, virksemi, og hvønn týdning Varðin Pelagic hevur fyri Suðuroynna. Eftir framløguna fóru gestirnir til rundsýning av virkinum. Limir í okkara leiðslubólki førdu gestirnar runt virkið og greiddi teimum frá okkara framleiðslu.

Gestirnir høvdu sera stramma tíðarætlan og vórðu tí leiddir út á landingarhavnarlagið hjá Varðanum Pelagic, tá ið vitjanin var lokin. Har tók MS Thorshavn móti gestunum við harmoniku og kontrabassi umborð klárur at føra teir yvir um fjørðin til mentanarhúsið Salt.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.