Virðisgrundarlag

Varðin er siðbundið felag við rót og bústaði í gamlari fiskivinnubygd. Tíðirnar eru nýggjar, men sjómansskapur og fiskavirking mynda framvegis, meir enn nakað annað, lívið í Gøtu. Tað er har, ið felagið varð til, og øll, sum eiga tað, eru haðani.

Varðin er føroyskt felag burturav og leggur seg eftir at hava føroyska manning. Soleiðis verða førleikar verandi í fiskivinnuni og kunnu mennast. Hesir førleikar er grundarsteinur undir einum vælriknum felagi, og eini vinnu sum mennist við tíðini.

Felagið hevur, í hálvan mansaldur, verið í fremstu linju í uppisjóvarvinnuni og hevur altíð lagt seg eftir at hava nútímans skip við nýggjastu tøkni, bæði til fiskiskap, handfaring og køling.

Veiðan er sera effektiv, men góðskan fylgir við. Kundin er kræsin og skal bara hava tað besta. Varðin arbeiðir áhaldandi eftir tí málsetningi, at framleidda vøran skal vera fyrsta valið hjá keyparinum. Hetta krevur ein nýggjan flota. Varðin hevur tí frá byrjan lagt seg eftir at hava ein dagførdan skipaflota.

Nýtt virki læt upp á Tvøroyri í 2012. Málsetningurin at fyrstafloks vøra skal verða veitt kundanum, var hin sami her. Maskinur og tøkni skuldu vera av nýggjasta slagi og alt so automatiskt, sum til ber. Hetta fyri at vera altjóða kappingarført í dygd og í prísi.

Reiðaríið seldi fyrstu árini fiskin við kajkantin til virkir. Seinnu árini hevur felagið lagt seg eftir, bæði at tryggja bestu góðsku gjøgnum alla virðisketuna, frá at fiskurin kemur upp úr sjóvnum heilt til endabrúkaran, men eisini at góðska fiskin mest møguligt í Føroyum. Hetta gevur arbeiði til føroyskar hendur og er gott fyri búskapin og samfelagið, tí at fiskurin fær størri virði.

Við egnari sølu- og marknaðardeild leggur Varðin seg málrættað eftir at arbeiða seg inn á bestu marknaðir og bestu kundar, sum eisini eru teir mest krevjandi. Søluliðið hevur tætt samband við kundan, sum bæði vil hava góðsku, men eisini veitingartrygd. Tí arbeiðir Varðin eftir meginregluni um vertikala integratión. Við henni kunnu vit hava fingurin við í øllum liðum í framleiðslu og marknaðarføring. Soleiðis verður málsetningurin, at fyrstafloks vøra skal verða veitt kundanum, tryggjaður.