Søgan

P/F Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum.

Tróndur í Gøtu byrjaði sín fyrsta túr 19. januar 1987. Byrjanin gjørdist tung. Bæði fiskiskapur og prísur sviku frá byrjan, so fyrstu árini vóru sera avbjóðandi og persónligi váðin var stórur. Stór vælvild, ábygdarkensla og vilji frá eigarum og starvsfólkum bjargaði tó felagnum og fyrst í 1990-unum broyttist gongdin til tað betra.

Í 1990-unum kom rættilig gongd á, og felagið vaks. Fleiri skip vórðu keypt. Bygnaðurin í felagnum broyttist og eitt móðurfelag varð stovnað, sum í dag eitur P/F Varðin.

Varðin rekur í dag fylgjandi uppisjóvarskip:

  • P/F Hvamm – M/S Tróndur í Gøtu
  • P/F Krossbrekka – M/S Finnur Fríði
  • P/F Driftin – M/S Gøtunes
  • P/F Gulenni – M/S Tummas T
  • P/F Desin

Stórsta broytingin í Varðanum, síðani tað varð stovnað, var í 2011. Tá broytti felagið sína strategi, og keypti Varðin, saman við Framherja og Samherja, búgvið eftir Faroe Seafood, bæði flakavirkir og skip. Nýggja felagið fekk nýtt navn, Faroe Origin, sum varð umskipað soleiðis, at einans tvey virkir skuldu vera í drift. Tað var virkið í Runavík og virkið á Toftum. Loyvir vórðu løgd saman, soleiðis at seks trolarar skuldu fiska til hesi virkini.

Árið eftir, í 2012, varð Varðin Pelagic stovnað. Nýggja uppisjóvarvirkið varð bygt á Tvøroyri, og skuldi tað taka ímóti fiski frá skipunum hjá Varðanum, og øðrum skipum, sum ynskja at landa har. Hetta er eitt nýmótans virki við nýggjastu tøkni og hevur stóra framleiðsluorku. Longu á ólavsøku sama árið byrjaði nýggja virkið at taka ímóti fiski.

Felagið er við í ymsum verkætlanum. Flestu av teimum hava við fiskivinnuna at vera. Í 2016 keypti Varðin helvtina av felagnum FMP, vanliga kalla Høvdavirkið.

Tað hevur gingið væl hjá felagnum. Skip og virki hava klárað seg væl í fleiri ár.

Varðin hevur nú fleiri enn 30 ár á baki. Umsetningurin er yvir eina milliard krónur, og felagið hevur yvir 375 fólk í starvi.

Les meira um søguna