Varðin Pelagic stuðlar verkætlan hjá Bátafelagnum Naddoddur

Varðin Pelagic

Varðin Pelagic stuðlar verkætlan hjá Bátafelagnum Naddoddur

Bátafelagið Naddoddur arbeiðir í løtuni við spennandi verkætlan at gera eina standmynd av kvinnum, ið hagreiða klippfisk vestan fyri Naddoddaneystið.

Viberg Sørensen nevndarlimur í Naddoddi sigur, at ov lítið verður tosað um kvinnurnar, sum hagreiddu fiskin á landi. Henda standmynd verður til æru fyri hesar kvinnur. Teirra stóra arbeiði hevur verið við til at uppbyggja føroysku fiskivinnuna. Skulu vit ikki minnist tær kvinnur, sum løgdu lunnar undir fiskivinnuna, sum vit kenna hana í dag?

Tað er við gleði, at Varðin Pelagic letur fíggjarligan stuðul til eina verkætlan, ið heiðrar hesar kvinnur.

Góða eydnu við verkætlanini.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.