Varðin Pelagic stuðlar Team Rynkeby

Team Rynkeby

Varðin Pelagic stuðlar Team Rynkeby

Tá ið man ikki kann súkkla til París, so má næstbesta loysnin verða ein súkklutúrur á syðstu oyggj í Føroyum. Tað er júst tað, sum Team Rynkeby gjørdi í vikuskiftinum, tá tey komu mannsterk til Suðuroyar at súkkla. Teirra fyrsti steðgur varð hjá okkum á Varðanum Pelagic. Vitjanin byrjaði við morgunmati og frásøgn um søguna hjá uppsjóvarvirkinum. Síðani varð skipað fyri einari rundvísing av virkinum.

Vit takka tykkum fyri, at tit seta so nógva tíð og orku burturav til eitt vælgerandi endamál, ið hjálpir álvarsliga sjúkum børnum. Tað gleðir okkum á Varðanum Pelagic at stuðla Team Rynkeby.

Góða eydnu við teim komandi av súkklutúrunum kring landið.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.