Varðin Pelagic fegnast um borgarafund

Vardin Pelagic

Varðin Pelagic fegnast um borgarafund

Varðin Pelagic fegnast um, at Tvøroyrar Kommuna hevur tikið stig til at skipa fyri borgarafundi í sambandi við, at Varðin Pelagic hevur søkt um byggiloyvi til nýggja protein og lýsiverkætlan.

Á borgarafundinum fara umboð fyri Varðan Pelagic at greiða frá um verkætlanina. Millum annað verður greitt frá, hvussu eitt nýmótans framleiðsluvirki framleiðir proteinir og lýsi uttan lukt, støv og óljóð í nærumhvørvinum. Harumframt verða visualiseringar av verkætlanini vístar.

Í sambandi við fyrireikingararbeiðið av verkætlanini hevur Varðin Pelagic fingið ráðgeving og vegleiðing frá fleiri fyritøkum og stovnum, og hevur felagið heitt á umboð fyri hesar fyritøkur og stovnar um at luttaka á borgarafundinum, so verkætlanin kann lýsast so væl sum til ber.

Ráðgevar, ið luttaka á borgarafundinum eru:

  • VERKFO, Hans Haraldsen (Byggiharraráðgevi)
  • Haarslev, Torben Preitz og Birgir Finnbogason (Útgerð)
  • Niras, Torsten Ostenfelt (Luft- og luktútlát)
  • Purenviro, Knut Wiik (Luft- og luktútlát – luftreinsan)
  • Seako, Helge Korsager (Ráðgevi innan framleiðslu av protein og lýsi)
  • Steingrund Akustik, Johannes Steingrund (Ljóð)
  • Jysk Skorstensservice, John Ellingsgaard (Skorstein)
  • FUGLARK, Svend Sivertsen (Arkitektur)

Fundarluttakarar fáa høvi at seta umboðum fyri Varðan Pelagic og ráðgevum spurningar.

Umframt omanfyri nevndu eru, Arbeiðseftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, SEV, Umhvørvisstovan og ORKA, við Kára Mortensen, boðin við.

Borgarafundurin verður í SALT týskvøldið 24. januar 2023, kl. 19.00.

 

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydna fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.