Varðin byggir nýtt skip

Teldumyndir av nýggja nóta- og trolskipinum hjá Varðanum. Myndirnar tala fyri seg.

Varðin byggir nýtt skip

Reiðaríið hjá P/F Varðanum, P/F Krossbrekka, og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen hava skrivað sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt.

Skipið skal hava ta nýggjastu tøknina innan motorar, fiskiútgerð og útbúnað. Øll verkætlanin í síni heild verður eitt tætt samstarv millum Varðan og Karstensens Skibsværft.

Vit eru glaðir fyri aftur at samstarva við Karstensens Skibsværft, sum er førandi, tá talan er um uppisjóvarskip. Hetta er næsta skipið, Varðin letur byggja hjá teimum. Tróndur í Gøtu varð latin frá Karstensens Skibsværft í 2010. Frammanundan hevði skipasmiðjan gjørt minni og størri umvælingararbeiði fyri Varðan.

Finnur Fríði, sum varð bygdur á Langsten í Norra í 2003, hevur verið eitt sera gott og effektivt skip, sum verður yvir 20 ára gamalt, tá nýggja skipið verður latið.

Varðin er ein fiskivinnufyritøka, sum bæði rekur fiskiskap, eins og framleiðir og selur uppisjóvarfisk: sild, makrel, svartkjaft og lodnu. Nýggja skipið verður útgjørt at fiska hesi fiskasløg, har góðska á fiskinum verður sett í hásæti; og ein málsetningur er, at so stórur partur sum gjørligt, verður landaður til matna.

Seinastu mánaðirnar hava partarnir arbeitt málrættað við at sniðgeva eitt skip, sum er í fyrsta flokki, bæði tøkniliga og rakstrarliga. Tað hevur stóran týdning fyri Varðan at hava fulla ávirkan, longu tá skipið verður sniðgivið, soleiðis at skipið er skræddaraseymað neyvt eftir ynskjum og krøvum, sum reiðaríið hevur. Harumframt hevur trygdin og heilsan hjá manningini høga raðfesting.

Tað er eitt endamál hjá reiðarínum at byggja eitt skip, sum skal fiska burðardygt, við so lágum útláti sum gjørligt, roknað á kilo av fiski. Somuleiðis er hædd tikin fyri ljóðdálking.

Alt verður gjørt hjá Karstensens Skibsværft – teir tekna skipið, skrokkurin verður bygdur á teirra egnu skipasmiðju í Póllandi, og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen. Undirveitarar verða valdir komandi vikurnar. Fyri okkum er tað avgerandi, at loysnirnar eru haldgóðar og burðardyggar, og at tær eru nýskapandi og dygdargóðar.

Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.