Varðin byggir nýtt skip

Teldumyndir av nýggja nóta- og trolskipinum hjá Varðanum. Myndirnar tala fyri seg.

Varðin byggir nýtt skip

Reiðaríið hjá P/F Varðanum, P/F Krossbrekka, og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen hava skrivað sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt.

Skipið skal hava ta nýggjastu tøknina innan motorar, fiskiútgerð og útbúnað. Øll verkætlanin í síni heild verður eitt tætt samstarv millum Varðan og Karstensens Skibsværft.

Vit eru glaðir fyri aftur at samstarva við Karstensens Skibsværft, sum er førandi, tá talan er um uppisjóvarskip. Hetta er næsta skipið, Varðin letur byggja hjá teimum. Tróndur í Gøtu varð latin frá Karstensens Skibsværft í 2010. Frammanundan hevði skipasmiðjan gjørt minni og størri umvælingararbeiði fyri Varðan.

Finnur Fríði, sum varð bygdur á Langsten í Norra í 2003, hevur verið eitt sera gott og effektivt skip, sum verður yvir 20 ára gamalt, tá nýggja skipið verður latið.

Varðin er ein fiskivinnufyritøka, sum bæði rekur fiskiskap, eins og framleiðir og selur uppisjóvarfisk: sild, makrel, svartkjaft og lodnu. Nýggja skipið verður útgjørt at fiska hesi fiskasløg, har góðska á fiskinum verður sett í hásæti; og ein málsetningur er, at so stórur partur sum gjørligt, verður landaður til matna.

Seinastu mánaðirnar hava partarnir arbeitt málrættað við at sniðgeva eitt skip, sum er í fyrsta flokki, bæði tøkniliga og rakstrarliga. Tað hevur stóran týdning fyri Varðan at hava fulla ávirkan, longu tá skipið verður sniðgivið, soleiðis at skipið er skræddaraseymað neyvt eftir ynskjum og krøvum, sum reiðaríið hevur. Harumframt hevur trygdin og heilsan hjá manningini høga raðfesting.

Tað er eitt endamál hjá reiðarínum at byggja eitt skip, sum skal fiska burðardygt, við so lágum útláti sum gjørligt, roknað á kilo av fiski. Somuleiðis er hædd tikin fyri ljóðdálking.

Alt verður gjørt hjá Karstensens Skibsværft – teir tekna skipið, skrokkurin verður bygdur á teirra egnu skipasmiðju í Póllandi, og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen. Undirveitarar verða valdir komandi vikurnar. Fyri okkum er tað avgerandi, at loysnirnar eru haldgóðar og burðardyggar, og at tær eru nýskapandi og dygdargóðar.

Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.