Væleydnað tiltak á mentanarnáttini

Mentanarnátt

Væleydnað tiltak á mentanarnáttini

Nógv lív var á havnarlagnum á mentanarnáttini 27. mai. Varðin Pelagic valdi at luttaka á mentanarnáttini aftur í ár eftir væleydnaða tiltakið í fjør. Skipað varð fyri rundsýning á virkinum, listaframsýning við Livari Nysted, 10 ára myndaframsýning og ikki minst okkara væl umtókta sjógætistiltakið.

Í ár settu vit fokus á svartkjaft og lodnu sum matvøru, tí vit halda, at tað eru undirmett fiskasløg, sum føroyingar burdu etið meira av. Nógv tann størsti parturin av hesum báðum fiskasløgum verður útfluttur, tí føroyingar eta sum so einki av tí. Vit eru sannførd um, at orsøkin til hetta er, at føroyingar kenna ikki nóg væl til svartkjaft og lodnu, og hvussu hesar fiskavørur kunnu matgerast.

Nógvir rættir vóru á matkortinum. Vit gjørdu tríggir rættir úr svartkjafti, tveir úr lodnu og ein úr toski. Úr svartkjaftinum gjørdi víðagitni kokkurin Gutti Winther fisk og kips, ceviche og fiskasúpan. Okkara egnu starvsfólk Athiwat Kaeothonglang og Hi-Pex Jeerapat gjørdu shasimo og sushirættir úr lodnuni, og Anna Mortensen gjørdi Brandada de bacalao úr toski hjá Delta Seafood.

Allir rættirnir vóru sera væl umtóktir, og fleiri av teimum vitjandi vórðu ovfarin av, at so góður matur kann gerast úr svartkjafti og lodnu.

Vit vilja takka øllum, sum komu á vitjan á mentanarnáttini. Stuttligt var at síggja, hvussu stórur áhugi var fyri tilttakinum, vit fyriskipaðu.

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.