Umhvørvisdagur á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic

Umhvørvisdagur á Varðanum Pelagic

Í síðstu viku var umhvørvisvika á Tvøroyri og í hesum sambandi skipaði Varðin Pelagic fyri einum temadegi, har fokus varð lagt á orku og umhvørvi.

Temadagurin byrjaði við, at starvsfólk hjá Varðanum Pelagic, í samstarvi við Tvøroyrar kommunu, ruddaðu økið rundan um virkið.

Seinnapartin høvdu umboð fyri SEV og ORKA framløgur fyri starvsfólkunum um orkuframleiðslu og -sparing, har dentur varð lagdur á, hvussu vit í gerandisdegnum kunnu verða meira tilvitað um orkunýtslu bæði á arbeiðsplássinum og heima við hús.

Varðin Pelagic vil takka øllum, ið luttóku í temadegnum fyri ein væleydnaðan og læruríkan dag.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.