Tíðliga á sumri 2007 kontraktaði Varðin nýggjan Trónd í Gøtu, sum skuldi byggjast á Karstensens Skibsværft í Skagen. Vik og Sandvik í Norra teknaðu skipið. Hetta var eina viku frammanundan at øll fiskiloyvi vórðu uppsøgd til 2018, sum var árið tá lógin um vinnuligan fiskiskap fór úr gildi.
Á várið 2010 kom nýggi Tróndur í Gøtu inn á Gøtuvág á fyrsta sinni. Hann kostaði tá umleið 260 mill. krónur.
Nú 14 ár seinni er Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra. Sølusáttmálin fyri Trónd í Gøtu kom uppá pláss í gjár. Reiðaríið er væl nøgt við prísin, sum ikki er upplýstur.
Skipið verður latið til Noregs í mai, og tað verður núverandi Finnur Fríði, sum skal fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu.
Nýggi Finnur Fríði, sum verður bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, verður væntandi latin P/F Krossbrekku í mai, um sama tíðarskeið, sum Tróndur verður latin nýggju norsku eigarunum.
Ætlanin er at fara í holt við at projektera nýggjan Trónd í Gøtu.



Comments are closed.