Tróndur í Gøtu larmar minni.

Tróndur í Gøtu larmar minni.

Tróndur í Gøtu hevur ligið á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála í fýra vikur, har tveir ljóðpottar til ljósmotorar eru skiftir út. Annar ljósmotorurin, sum hevur fingið nýggjan ljóðpott, er 1.110 KW, og tann størri er 1.480 KW. Arbeiðið kostaði 1,2 milliónir krónur.

Tróndur varð bygdur í 2010. Tá, fyri 12 árum síðan, var standardurin 35 dB ljóðpottar til ljósmotorar. Eisini innan hetta økið fer nógv menning og nýskapan fram. Nýggju ljóðpottarnir eru 45 dB og ljóðdoyva nógv betur enn teir gomlu. Hetta løgdu fleiri fólk merki til á Tvøroyri í morgun.

Skiparin er fegin um arbeiðið, sum Mest hevur gjørt, og at teir fingu loyst á Skála leygardagin 23 apríl.

Tróndur kom inn á Tvøroyri í gjár, og byrjaðu tey á Varðanum Pelagic at landa tey 1.600 tonsini sum skipið hevur í morgun. Allur svartkjafturin fer til matna.

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydna fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.