Tróndur í Gøtu landar 1000 tons av svartkjafti til matna á Tvøroyri.

Tróndur í Gøtu landar 1000 tons av svartkjafti til matna á Tvøroyri.

Tróndur í Gøtu kom inn á Tvøroyri í gjár við 1000 tonsum av svartkjafti.

Skiparin, John Mikkelsen, sigur, at støddin á svartkjaftinum er millum 24-27 cm og vektin er 100-110 gram, sum er brúkilig stødd, tó nakað smátt.

Surimivirkið hjá Varðanum Pelagic er ikki klárt at taka ímóti fiski enn, men virkið far framleitt aðrar vørur til matna. Tað størsta verður skorið til flak, miðalstøddin verður heilfryst og tað smæsta verður somuleiðis heilfryst, men tað fer til minkafóður.

Somuleiðis gera tey á surimideildini ymiskar royndir við fiskinum, so tey eru væl brynjaði til at byrja framleiðsluna, tá hon verður klár.

Tróndur í Gøtu verður væntandi liðugur at landa um fimmtíðina í kvøld, og fara teir tá nýggjan túr.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.