Tróndur í Gøtu ger makrelkanningar saman við Havstovuni

Tróndur í Gøtu ger makrelkanningar saman við Havstovuni

Á hvørjum ári ger Havstovan makrel-royndir í føroyskum sjógvi. Royndirnar verða gjørdar nøkulunda í senn í Norra, Føroyum, íslandi og Grønlandi. Kanningin kallast: “Cruise report from the International Ecosystem Summer Survey in the Nordic Seas (IESSNS)”.

Havstovan stendur fyri føroyska partinum av kanningini, og bjóðar arbeiði út til føroysk skip. Í ár hevði Tróndur í Gøtu lægsta boðið, av teimum skipum, sum luku treytirnar hjá Havstovuni.

Manningin umborð á Tróndi telur 14, og harafturat eru fýra granskarar frá Havstovuni við.

Tróndur í Gøtu byrjaði túrin í Havn um vikuskiftið, har teir tóku greiðir umborð. Øll londini, sum eru við í kanningunum, nýta sama slag og stødd av troli og greiðum annars. Tey sigldu fyrst sunnanfyri Føroyar, og fara annars inn í bæði norskan og íslendskan sjógv.

Kanningarnar verða lidnar til 24. juli.

Myndatekstur:
Myndina tók Ingi Sørensen. Tróndur Í Gøtu liggur við vestaru bryggju í Havn og tekur greiðir umborð.

Facebooktwitterlinkedin
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár

Comments are closed.