Starvsvenjing umborð á Jupiter

Starvsvenjing umborð á Jupiter

Jonhard Danielsen, sum siglir við Jupiter skrivar á Facobookvanga sínum:

Hendan túrin hava vit havt tveir skúladreingir í starvsvenjing umborð.
Óðnarveður var niður á fiskifeltið, so teir báðir, kollfirðingarnir Fríði og Bjartur, fingu eina heldur ógvusliga byrjan.
Sigast skal, at teir skjótt komu fyri seg og hjálptu til sum rættir fiskimenn. Teir vóru við til at gera ein roktúr á 1400 tons.
Tá fiska verður í EU-øki, skal meldast “inn” og “út” av økinum. So í gjár vóru vit til “checkpoint” inni í Lerwick fyri at melda “út”, áðrenn kósin varð sett heim til Føroyar at landa.
Samstundis sum teir fingu roynt sjólívið, upplivdu teir eisini nakrir tímar í landi í Lerwick.

Facebooktwitterlinkedin
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum
Til minnis um Kára hjá skómakaranum í Gøtu
Les okkara ESG frágreiðing

Comments are closed.