Fólkaskúli

Fólkaskúlanæmingar eru vælkomnir í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic. Varðin Pelagic er eitt stórt, spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, ið hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum. Hjá okkum fáa næmingar møguleika at ogna sær eina fatan av ymiskum arbeiðsøkjum og fáa íblástur til, tá ið teir fara at umhugsa framtíðaryrkisleið sína.

Í starvsvenjingartíðini fáa næmingar møguleika at vitja fylgjandi starvsøkir:

  • Eldeildin
  • Maskindeildin
  • Goymslan
  • Kantinan
  • Framleiðslan
  • Sølu- og logistikkdeildin
  • Góðskudeildin
  • Bókhaldið
  • Húsavørðar

Fyrispurningar skulu sendast til okkara HR-leiðara, Marjun Eystberg, á maey@vardin.fo