Starvsvenjing á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic

Starvsvenjing á Varðanum Pelagic

Í februar vóru Martin Petur Strøm og Bartal Einarson Petursen úr 10. flokki í Tvøroyrar skúla í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic.

Teir valdu Varðan Pelagic, tí talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiðspláss, har ein sleppur runt í allari fyritøkuni og fær innlit í nógv ymisk virkisøki.

Undir starvsvenjingini lærdu teir nógv um føroysku uppsjóvarvinnuna, uppsjóvar fisk og sølumarknaðir hjá Varðanum Pelagic, men best dámdi teimum á teknisku deild, har teir m.a. sluppu at sveisa, gera streymleingjarar og arbeiða uppá motorar.

Teir viðmæla øðrum fólkaskúlanæmingum at fara í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic, tí hetta gevur íblástur, tá ein seinni skal velja sína yrkisleið.

Vit ynskja Martin Petur og Bartal alt tað besta framyvir og takka teimum fyri, at teir valdu Varðan Pelagic til teirra starvsvenjing.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.