Starvsnæmingar á Varðanum Pelagic

Starvsnæmingar á Varðanum Pelagic

Arouisak Berbarian Hammer og Birgit Thomsen lesa marknaðarførslubúskap á Glasi. Fyrr í ár vóru tær í starvsvenjing á Varðanum Pelagic í 12 vikur, og í síðstu viku vardu tær sína høvuðsuppgávu við einum flottum 12 tali. Vit hava fingið tær at greiða frá, hvussu teimum dámdu starvsvenjingina.

Hví valdu tit at koma í starvsvenjing hjá Varðan Pelagic?

Birgit: Vit vitjaðu Varðan Pelagic í samband við eina skúlaferð til Suðuroy. Søludeildin vísti okkum runt á virkinum og hevði eina framløgu um altjóða sølu og marknaðarførslu, ið var vera sera áhugaverd.  Eftir virkisvitjanina hildu vit báðar, tað vera upplagt og ein rættiliga góður møguleiki at fara í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic.

Arousiak: Ja, eg hugsaði beinanvegin, tá ið tit greiddu frá tykkara nýtslu av talgildari marknaðarførslu á sosialum miðlum, google ads og innan SEO, at vit møguliga kundu læra nógv um tað frá tykkum.

Vit hugsaðu eisini, at altjóða søla og marknaðarførsla hevur ymiskar avbjóðingar, ið man ikki møtir her á heimamarknaðinum. Av tí sama vildi eg sagt, at øll teoriin, ið man lærir í MBÚ, er meira relevant fyri eina fyritøku sum Varðin Pelagic, enn eina fyritøku, ið bert selur í Føroyum. Tí spurningurin er, um tað er so neyðugt við umfatandi segmentering og neyvari marknaðarførslu til ymiskar málbólkar, tá ið landið er so lítið.

Kunnu tit greiða frá, hvat tit gjørdu í starvsvenjingini?

Birgit: Vit vórðu settar í starvsvenjing at gera tvær marknaðargreiningar. Um niðurstøðan av greiningunum varð, at hesir marknaðir síggja spennandi út, skuldu vit taka støðu til, hvussu Varðin Pelagic á bestan hátt kundi koma inná hesar marknaðir.

Ta fyrstu vikuna ella tvær brúktu vit til at læra um uppsjóvar- fisk og vinnuna. Vit vildu vita, hvat alt hetta var fyri nakað. So vit lærdu um fiskasløgini, ið Varðin Pelagic selur, hvar tey gýta, hvar tey ferðast, hvussu man fiskar tey, og hvør keypir tey.

Arousiak: Tað er skila gott at byrja við tí fyri at kenna ta vøruna, sum man skal marknaðarføra. Síðani brúktu vit nógva tíð á netinum til at finna greinar og góðar upplýsingar um teir marknaðir, ið vit skuldu kanna. Vit høvdu eisini nógvar innanhýsis og uttanhýsis samrøður við serkøn fyri at savna primert data. Tá ið vit føldu, at vit høvdu nokk av upplýsingum, fóru vit ígongd við at skriva uppgávuna.

Vit arbeiddu eisini við fleiri síðuprojektum, ið vóru spennandi.

Hvussu dámdu tit starvsvenjingina?

Birgit: Vit dámdu hana ordiliga væl. Sjálvandi eru allir dagar ikki líka, tá ið man er so leingi í starvsvenjing. Onkrir dagar eru meira spennandi, meðan aðrir ikki eru líka hendingaríkir.

Tað var rættiliga deiligt, at vit høvdu møguleika at arbeiða nógv við okkara høvuðsuppgávu, meðan vit vóru í starvsvenjing. Vit fingu nógv av høvuðsuppgávuni frá hondini beinanvegin, tí tað, ið vit arbeiddu við, var beinleiðis knýtt at henni. Tá ið starvsvenjingin var liðug, og vit “veruliga” skuldu skriva høvuðsuppgávuna, so arbeiddu vit bara víðari út frá tí, sum vit gjørdu í starvsvenjingini. Tað var ordiliga gott, tí vit føldu ikki, at vit vórðu slept uppá fjall og skuldu byrja uppá okkurt heilt nýtt.

Øll starvsfólkini á Varðanum Pelagic vóru so fitt, blíð og opin fyri okkum. Tey tóku sær tíð at hjálpa okkum og svara spurningum um føroysku uppsjóvarvinnuna, sølumarknaðir og líknandi. Tað eru sera góðar arbeiðsumstøður á Varðanum Pelagic. Tit hava góðar skrivstovur, flott virkið og góða kantinu. Alt var ordiliga gott.

Arousiak: Tað var ordiliga gott á tann hátt, at vit kundu práta við øll starvsfólkini. Vit lærdu so nógv frá tykkum, tí tit hava so nógv fólk, sum hava ser vitan innan ymisk fak og økir, t.d. sum sølu, marknaðarførslu, vørugóðsku, framleiðsluoptimering og um føroysku uppsjóvarvinnuna sum heild. Eg eri ordiliga imponerað av øllum fólkunum, tí øll eru so dugnalig og blíð.

Vilja til viðmæla øðrum at koma í starvsvenjing á Varðanum Pelagic?

Birgit: Ja, absolutt. Um lesandi hava áhuga fyri føroysku fiskivinnuni, so er Varðin Pelagic heilt sikkurt staðið at fara.

Arousiak: Heilt klárt. Um lesandi innan marknaðarførslu vilja royna teoriirnar, sum tey læra um í skúlanum, í praksis á altjóða marknaðinum, so skulu tey fara í starvsvenjing á Varðanum Pelagic.

Varðin Pelagic vil ynskja Arousiak og Birgit hjartaliga tillukku við útbúgvingini og flotta próvtalinum. Takk fyri at tit valdu okkum til tykkara starvsvenjing. Dugnaligari starvsnæmingar finnur man neyvan.

 

 

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydna fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.