Starvslýsing – Tøknieftirlit á Varðanum Pelagic

Starvslýsing – Tøknieftirlit á Varðanum Pelagic

Á framleiðsludeildini er eitt starv sum tøknieftirlit nú leyst at søkja
Av tí, at eitt av okkara starvsfólkum hevur valt at søkja sær nýggjar leiðir er eitt starv sum tøknieftirlit leyst at søkja á framleiðsludeild okkara.

Starvið
Tú verður partur av framleiðslutoyminum, har arbeiðsuppgávurnar millum annað fevna um stýring av framleiðslu, eftirlit við framleiðsluni, skráseting av tímum og vørum, geva boð til arbeiðsfólk, og aðrar uppgávur í sambandi við framleiðsluna. Tú verður bindiliðið millum skipið og virkið, og tú verður bindilið millum ymisku økini á virkinum og kontrolrúmið á virkinum. Tú verður partur av einum toymi við framleiðsluformanni og góðskueftirliti

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:

  • Tú hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir.
  • Tú ert væl skipað/ur, støðug/ur og tekur ábyrgd.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur jaligan hugburð til arbeiðsuppgávur sum heild.
  • Tú trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum, og trívist á einum arbeiðsplássi, har tað til tíðir er nógv ferð á.

Setanarviðurskifti
Starvsstaður er á Tvøroyri. Starvast verður í vaktum á 12 tímar – skiftivís á dagvakt og náttarvakt. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum o. ø. skal sendast til vphr@vardin.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast mánadagin 21. august 2023

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Niels Hammer, framleiðslusamskipara, á tlf. 22 50 10 ella njh@varðin.fo

Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.