Prísirnir á svartkjafti nógv niðurfarnir  

Prísirnir á svartkjafti nógv niðurfarnir  

Í desember 2016 var prísurin hjá Havsbrún á umleið 2,0 krónur fyri hvørt kilo fyri svartkjaft. Finnur Fríði, sum landaði leygardagin, fekk 1,3 krónur fyri kilo.

Hartvig Joensen á Havsbrún metir, at prísurin fer at lenda á 1,2 kr/kg ella har á leið.

Tað eru fleiri orsøkir til, at prísurin er lækkaður. Fyri tað fyrsta hevur tað verið eitt mynstur at síggja, at tá ið lýsiinnihaldi í svartkjaftinum í december er á umleið 6-7 %, er prísurin heldur betur, men nú í mars er lýsiinnihaldið á umleið 1,5%, og tað fer niður á næstan onki lýsi, mitt í apríl. Hetta sæst ofta aftur í prísinum. Men ein onnur orsøk er, at kvoturnar í ár eru sera stórar, ikki einans svartkjaftakvoturnar.

Svartkjaftur verður í stóran mun nýttur til mjøl og lýsi, og tí ávirka onnur fiskasløg, sum eisini verða nýtt til mjøl og lýsi, svartkjaftaprísin nógv. Fiskaslagið, sum ávirkar prísin á svarkjafti mest, er ansjosufiskaríi í Peru. Teirra vetrarsesong, sum er sett til 2,5 til 3 mill tons ansjosurso fer helst at hava við sær, at prísurin á mjøli ikki fer uppaftur í ár.

Somuleiðis er tobiskvotan, sum vit kalla nebbasild, á 486.000 tons. Hetta er ein stór kvota, og lodnan fór upp á smá 300.000 tons. Man væntar somuleiðis eina hampuliga brislingakvotu í ár.

Hartvig metir, at hesir faktorar fara at hava við sær, at prísurin á svartkjafti ikki fer upp við bræði.

Facebooktwitterlinkedin
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár

Comments are closed.