Gøtunes

Gøtunes

Gøtunes

Til aðalfundin hjá P/F Varðanum í dag, bleiv navnaskiftið á einum av skipunum hjá reiðaríðnum avdúkað. Tá Tróndur í Gøtu fekk gearskaða fyri góðum ári síðan, og veitingartíðin fyri nýtt gear var útvið eitt ár, gjørdi reiðaríið Varðin avtalu við reiðaríið hjá Gitte Henning I um at keypa skipið. Í yvirtøkuni av Gitte Henning I varð avtala gjørd um at varveita navnið fram til 1. august 2020. Í dag hevur skipið Gitte Henning I fingið navnið Gøtunes.

Gøtunes er nesið við norðara munnan av Gøtuvík. Á myndini sæst Gøtunes uttast til vinstru, og skipið Gøtunes.

 

Facebooktwitterlinkedin
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan

Comments are closed.