Menningardeild sett á stovn á Varðanum Pelagic

Annika Nolsøe

Menningardeild sett á stovn á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic hevur havt nógvar spennandi verkætlanir koyrandi seinastu árini, stórar sum smáar. Avgerð er nú tikin, at miðsavna allar verkætlanir undir eina menningardeild. Annika Nolsøe, ið hevur starvast á Varðanum Pelagic síðan 1. februar 2017, er sett sum menningarleiðari.

Annika er uppvaksin í Trongisvági, og eftir miðnámsútbúgvingina flutti hon til Danmarkar í lestrarørindum og næm sær útbúgving sum sivilverkfrøðingur innan bioteknologi. Eftir loknan lesnað starvaðist Annika m.a. innan framleiðslu hjá donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Tá Annika flutti aftur til Føroya, valdi hon at koma í starv hjá Varðanum Pelagic, og tað eru vit ógvuliga fegin um.

Seinastu árini hevur Annika verið ein leiðandi partur í fleiri av okkara verkætlanum. Nakrar av verkætlanunum, ið Annika hevur arbeitt við, eru vørumenning av surimi, nýggjum framleiðslum úr hjávørum, dátugreining av rávørugóðsku, menning av innanhýsis intraneti og menning av viðlíkaðhaldsskipan.

Vit ynskja Anniku tillukku við nýggja starvinum og gleða okkum til framhaldandi samstarvið.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.