Menningardeild sett á stovn á Varðanum Pelagic

Annika Nolsøe

Menningardeild sett á stovn á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic hevur havt nógvar spennandi verkætlanir koyrandi seinastu árini, stórar sum smáar. Avgerð er nú tikin, at miðsavna allar verkætlanir undir eina menningardeild. Annika Nolsøe, ið hevur starvast á Varðanum Pelagic síðan 1. februar 2017, er sett sum menningarleiðari.

Annika er uppvaksin í Trongisvági, og eftir miðnámsútbúgvingina flutti hon til Danmarkar í lestrarørindum og næm sær útbúgving sum sivilverkfrøðingur innan bioteknologi. Eftir loknan lesnað starvaðist Annika m.a. innan framleiðslu hjá donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Tá Annika flutti aftur til Føroya, valdi hon at koma í starv hjá Varðanum Pelagic, og tað eru vit ógvuliga fegin um.

Seinastu árini hevur Annika verið ein leiðandi partur í fleiri av okkara verkætlanum. Nakrar av verkætlanunum, ið Annika hevur arbeitt við, eru vørumenning av surimi, nýggjum framleiðslum úr hjávørum, dátugreining av rávørugóðsku, menning av innanhýsis intraneti og menning av viðlíkaðhaldsskipan.

Vit ynskja Anniku tillukku við nýggja starvinum og gleða okkum til framhaldandi samstarvið.

Facebooktwitterlinkedin
Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.
Gøtunes landar stórstu last av sild til matna nakrantíð. Teir landa hjá Varðanum Pelagic.
Nýggjársheilsan frá Varðanum
Jólaheilsan
Dunga Jákup M/tr sleipaður heim
Søkt verður eftir maskinmanni til partrolara
Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

Comments are closed.