Lærupláss sum logistikk næmingur

Lærupláss sum logistikk næmingur

Varðin Pelagic lýsir eftir logistikk næmingi til setan 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu.

Sum logistikk næmingur kemur tú m.a. at fáast við hesar uppgávur:

  • Fyrireika og avgreiða skjøl í sambandi við útflutning og sølu
  • Skipa vøruflutning innan- og uttanlands
  • Vørugoymslustýring
  • Samskifti við viðskiftafólk og flutningsfeløg
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv

Tú skalt hava staðið miðnámsskúla. Lærutíðin er 2 -2,5 ár, og í lærutíðini skalt tú í skúla í Danmark í 7-11 vikur.

Vit vænta, at tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum máli og hevur áhuga og hegni fyri teldu- og KT-skipanum.

Vit ynskja, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og tekur ímóti- og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at samstarva og samskifta, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert lærupláss við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum á einum nýggjum virki í støðugari menning.

Starvið

Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, og tú verður partur av søludeildini. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Johannesen á tlf. 291681, teldupostur bojo@vardin.fo ella Allan Smedemark á tlf. 291695, teldupostur alsm@vardin.fo.

Umsókn Umsókn við cv og avrit av viðkomandi prógvum verða send til hr@vardin.fo. Freistin at søkja starvð er 15. mars 2019.

Facebooktwitterlinkedin
Jupiter seldur
Fiskeribladet skrivar: Rekordfangsten på kolmule verdt 11.075.670 kroner
Tróndur fingið nýtt gear
Jupiter í Måløy
Gitte Henning I landar í Killybegs
Varðin Pelagic stuðlar Susvim
Varðin Pelagic høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Fólkaskúlanæmingar í starvenjing hjá Varðanum Pelagic
Starvsvenjing umborð á Jupiter

Comments are closed.