Jólahald á Varðanum Pelagic

Jólahald á Varðanum Pelagic

Eitt vakurt og kalt vetrarkvøld í síðstu viku hevði Varðin Pelagic jólahugna fyri starvsfólkum við familju.

Orsakað av koronu-farsóttini varð jólahugnin hildin uttandura í hugnaliga umhvørvinum uttanfyri skrivstovubygningin.

Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri bjóðaði vælkomin. Tvøroyrar hornorkestur spældi og Tróndur Enni og Lív Næs sungu. Sum altíð ljóðaðu teirra tónleikainnsløg fantastiskt, og tey settu sanniliga sín dám á árliga jólahugnan. Poula Thomsen úr Hvalba las jólaevangeliið, og aftaná vitjaðu jólamenn og góvu børnunum pakkar. Eftir jólahaldið fingu starvsfólk sín jólapakka útflýggjaðan.

Jólahaldið eydnaðist avbera væl, veðrið var gott og børnini stuttleikaðu sær óført á opna vakra økinum. Tað er ikki óhugsandi, at jólahaldið verður hildið uttandura eina aðru ferð.

Vit takka øllum okkara starvsfólkum fyri eitt gott, men avbjóðandi ár, og ynskja tykkum eini gleðiligt jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.