Gitte Henning kemur til Føroya

Gitte Henning kemur til Føroya

Seinastu dagarnar hava fólk frá P/F Varðanum verið í Skagen í sambandi við yvirtøkuna av danska uppisjóvarskipinum Gitte Henning.

Tróndur í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, kemur at liggja við kaj til komandi vár, og tí ætlaði P/F Varðin at gera avtalu við eigaran av Gitte Henning um leigu av skipinum.

Fyri at flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, varð tó neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni. Avtala er tí gjørd um ein keypsáttmála við møguligum afturkeypi um eitt ár.

Á Varðanum eru tey sera spent at síggja, hvussu skipið kemur at roynast, og tí at talan er um nýtt skip, verður góðskan vónandi fyrstafloks.

Av tí at avgerð ikki er tikin, um skipið verður verandi í flotanum, kemur skipið at eita Gitte Henning 1.

Mynd: Marine Traffic

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.