Gitte Henning kemur til Føroya

Gitte Henning kemur til Føroya

Seinastu dagarnar hava fólk frá P/F Varðanum verið í Skagen í sambandi við yvirtøkuna av danska uppisjóvarskipinum Gitte Henning.

Tróndur í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, kemur at liggja við kaj til komandi vár, og tí ætlaði P/F Varðin at gera avtalu við eigaran av Gitte Henning um leigu av skipinum.

Fyri at flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, varð tó neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni. Avtala er tí gjørd um ein keypsáttmála við møguligum afturkeypi um eitt ár.

Á Varðanum eru tey sera spent at síggja, hvussu skipið kemur at roynast, og tí at talan er um nýtt skip, verður góðskan vónandi fyrstafloks.

Av tí at avgerð ikki er tikin, um skipið verður verandi í flotanum, kemur skipið at eita Gitte Henning 1.

Mynd: Marine Traffic

Facebooktwitterlinkedin
Nógvur svartkjaftur landaður til matna til Varðan Pelagic.
Annika Nolsøe
Menningardeild sett á stovn á Varðanum Pelagic
Gleðilig jól og gott nýggjár
Varðin Pelagic á Jobmatch 2020
Jólahald á Varðanum Pelagic
Varðin Pelagic stuðlar TB Flogbólti
Varðin Pelagic stuðlar verkætlan hjá Bátafelagnum Naddoddur
Tilbúgvingarvenjing á Varðanum Pelagic
Jákup Jacobsen leggur frá sær sum stjóri, og Bogi Jacobsen tekur við leiðsluni.

Comments are closed.