FORMAÐUR (M/K) FYRI MASKINFÓLK HJÁ P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

FORMAÐUR (M/K) FYRI MASKINFÓLK HJÁ P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

Á teknisku deild er eitt starv sum formaður fyri maskinfólkinum leyst at søkja til byrjan skjótast gjørligt.

Av tí at núverandi formaður nærkast eftirlønaraldrinum, leita vit eftir einum nýggjum formanni at standa á odda fyri dagliga arbeiðnum hjá maskinfólkunum á Varðanum Pelagic. Formaðurin vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.

Arbeiðsuppgávur
Nakrar av fremstu dagligu arbeiðsuppgávunum eru at:
– samskipa og tilrættaleggja arbeiðsuppgávurnar hjá maskinfólkinum.
– hava ábyrgd fyri m.a. køli- og frystiskipanini og viðlíkahaldsskipanini.

Førleikakrøv
Ynskiligt er, at formaðurin hevur útbúgving sum maskinmeistari og hollar arbeiðsroyndir innan økið, men eisini onnur eru vælkomin at søkja.
Harumframt verður ynskt, at formaðurin hevur ávísar leiðslueginleikar og -royndir og dugir væl at leiða, samskipa og motivera fólk, eins og formaðurin skal leggja dent á gott arbeiðslag og samstarv við leiðslu og starvsfólk.
Sum persónur er formaðurin væl skipaður, støðugur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum.

Setanarviðurskifti
Formaðurin fyri maskinfólki hevur eina vanliga arbeiðstíð á 40 tímar um vikuna, millum 07:00 og 17:00. Tó kann væntast onkur tilkalling, tá tørvur er á tí. Starvið er tímalønt og verður sett eftir sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í Suðuroy ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum verða send í telduposti til frodi(at)vardinpelagic.fo
ella sum vanligt bræv til:

Varðin Pelagic
Havnarlagið 11
Postrúm 68
800 Tvøroyri
att.: Fróði Petersen.

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. mai 2017 kl. 16.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 29 17 80 ella frodi(at)vardinpelagic.fo

Facebooktwitterlinkedin
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár

Comments are closed.