Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Tann 29. januar 2022, vóru 100 ár liðin, síðan fyrsta arbeiðskvinnufelag í Føroyum, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn, á Tvøroyri.

Um aldarskifti 18-1900 var vinnulívið í Føroyum í stórum vøkstri, og hetta hevði eisini við sær, at arbeiðsfólk tóku stig til at stovna fakfeløg. Fiskimannafelagið varð sett á stovn í 1911 í Gøtu. Fyrsta føroyska verkamannafelagið Enigheden (sum seinni broytti navn til Fylking) varð sett á stovn á Tvøroyri í 1915, við tí endamáli, at betra um korini hjá verkamanninum á landi. Í 1922 er tað so, at kvinnur á Tvøroyri eisini sláa seg saman, fyri at stríðast fyri betri arbeiðskorum, og stovna Fiskepigernes Fagforening.

Fiskepigernes Fagforening er nógv tað elsta arbeiðskvinnufelag í landinum, við tað, at hini arbeiðskvinnufeløgini ikki komu fyrr enn farið var inn í tríatini.

Nógv fólk vóru og vitjaðu á Seglloftinum leygardagin 12 mars, harímillum vóru umboð frá Varðanum Pelagic. Har var borðreitt við flottum køkum og skrítt við mongum flottum og gomlum myndum. Hanus G. Johansen sang, talur og heilsanir vóru bornar fram.

Á myndini síggja vit Ólav Bjarkhamar, rakstrarstjóra hjá Varðanum Pelagic ynskja felagnum til lukku við 100 árunum og blíðan byr framyvir.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.