Eldur støðgaði ikki Varðanum Pelagic

Grein úr blaðnum “Vinnulívið” um Boga Jacobsen og eldin á Varðanum Pelagic.

Skrivað: Ingof S. Olsen
Myndir: Súsanna Smith Johansen og Kjartan Johannesen

9. juni 2017 hevur bókstaviliga brent seg í minnið hjá Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Henda dagin kom eldur í framkomna uppsjóvarvirkið, sum bara var fimm ára gamalt tá. Sjálvt virkið kolaðist upp í ógvusliga eldinum. Talan var um eina dramatiska støðu á Tvøroyri. Roykurin var nógvur, og vandi var fyri ógvusligum spreinginum. So fólk, ið búðu nærri enn 1.000 metrar frá virkinum máttu fara frá húsum.

  Klipti sær

Sjálvur var Bogi Jacobsen, sum býr í Sandavági, ikki á virkinum, tá eldur kom í. Hann var á hárfríðkanarstovu í Miðvági og klipti sær.

   – Eg sat við hesum kappanum uttan á mær og merkti, at telefonin fór at ringja, og sms’arnir komu inn. Men eg hugsaði als ikki um, at tað kundi hava nakað upp á seg, so eg hugdi Ikki at telefonini, fyrr enn eg var liðugur at klippa mær. Eg sá í sms’unum, at eldur var í har suðuri, men helt ikki, at tað mundi vera so álvarsligt. Eg helt, at tey mundu hava tamarhald á støðuni, greiðir Bogi Jacobsen frá.

Varðin Pelagic hevur eisini skrivstovu í Sandavági, har Bogi Jacobsen sjálvur, Petur Elias Nielsen, stjórnarskrivari, og táverandi fíggjarleiðarin Dánjal Thomsen vanliga sótu.

   – Tá eg kom á skrivstovuna høvdu portalarnir longu myndir av Varðanum Pelagic, og vit sóu, at har var ógvuliga nógvur roykur. Tað var meira, enn eg væntaði, men sum tað helst er vanligt at gera, so royndi eg kortini at ímynda mær, at tað ikki var so álvarsamt, at eldurin var avmarkaður til tað staðið, haðani roykurin kom. Men vit ringdu kortini beinanvegin til Atlantsflog og leigaðu tyrluna saman við politistum og serfrøðingum, og so fóru vit allir tríggir suður, sigur Bogi Jacobsen.