Eldur støðgaði ikki Varðanum Pelagic

Grein úr blaðnum “Vinnulívið” um Boga Jacobsen og eldin á Varðanum Pelagic.

Skrivað: Ingof S. Olsen
Myndir: Súsanna Smith Johansen og Kjartan Johannesen

9. juni 2017 hevur bókstaviliga brent seg í minnið hjá Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Henda dagin kom eldur í framkomna uppsjóvarvirkið, sum bara var fimm ára gamalt tá. Sjálvt virkið kolaðist upp í ógvusliga eldinum. Talan var um eina dramatiska støðu á Tvøroyri. Roykurin var nógvur, og vandi var fyri ógvusligum spreinginum. So fólk, ið búðu nærri enn 1.000 metrar frá virkinum máttu fara frá húsum.

  Klipti sær

Sjálvur var Bogi Jacobsen, sum býr í Sandavági, ikki á virkinum, tá eldur kom í. Hann var á hárfríðkanarstovu í Miðvági og klipti sær.

   – Eg sat við hesum kappanum uttan á mær og merkti, at telefonin fór at ringja, og sms’arnir komu inn. Men eg hugsaði als ikki um, at tað kundi hava nakað upp á seg, so eg hugdi Ikki at telefonini, fyrr enn eg var liðugur at klippa mær. Eg sá í sms’unum, at eldur var í har suðuri, men helt ikki, at tað mundi vera so álvarsligt. Eg helt, at tey mundu hava tamarhald á støðuni, greiðir Bogi Jacobsen frá.

Varðin Pelagic hevur eisini skrivstovu í Sandavági, har Bogi Jacobsen sjálvur, Petur Elias Nielsen, stjórnarskrivari, og táverandi fíggjarleiðarin Dánjal Thomsen vanliga sótu.

   – Tá eg kom á skrivstovuna høvdu portalarnir longu myndir av Varðanum Pelagic, og vit sóu, at har var ógvuliga nógvur roykur. Tað var meira, enn eg væntaði, men sum tað helst er vanligt at gera, so royndi eg kortini at ímynda mær, at tað ikki var so álvarsamt, at eldurin var avmarkaður til tað staðið, haðani roykurin kom. Men vit ringdu kortini beinanvegin til Atlantsflog og leigaðu tyrluna saman við politistum og serfrøðingum, og so fóru vit allir tríggir suður, sigur Bogi Jacobsen.

Bogi Jacobsen

Fólkið fyrst

Komin á staðið hvurvu tó skjótt allar vónir um, at talan bara var um avmarkaðan eld, og tá var tað ikki longur sjálvt virkið, sum stóð stjóranum fremst í huga.

   – Eg hevði sjálvandi sum tað fyrsta spurt eftir fólkinum, tá eg ringdi suður, eftir at vera komin út frá frisørinum. Og um tað ber til at siga nakað gott um ein eld, so var tað góða við hesum, at tað gekk fyrimyndarliga væl við tilbúgvingarpartinum. Vit høvdu havt nógvar venjingar og høvdu í tí sambandinum havt nógv fokus á eld og evakuering. Vit høvdu eina skipan, sum tryggjaði, at vit altíð vistu, hvør var inni á virkinum, og mannagongdirnar vóru greiðar um, hvør skuldi gera hvat, um okkurt var áfatt.

   – Og tíbetur, alt hevði gingið, sum tað skuldi. Tað vóru bara gingnir nakrir fáir minuttir frá tí, at eldurin var fráboðaður, til tey kundu ringja aftur til alarmsentralin og siga, at øll fólkini vóru komin út, sigur Bogi Jacobsen.

Síðani ráddi um at ansa eftir, at ongin kom til skaða undir sløkkingararbeiðnum, so tað var ikki, fyrr enn alt var væl og virðiliga sløkt, at stjórin av álvara fór at gera sær far um materiella skaðan, og hvat nú skuldi henda.

   – Alt annað enn fólkið kemur í aðru røð, tá slíkt hendir, leggur Bogi Jacobsen dent á.

Í gongd sum skjótast

Tá ringasti roykurin hevði lagt seg, bar til hjá Boga Jacobsen og hinum eigarunum av virkinum at fáa yvirlit yvir skaðan. Og tó at skaðin var at kalla fullkomin, so rakti kenslan av máttloysi ongantíð, sigur hann.

   – Alt uttan frystigoymslan og skrivstovubygningurin var kolað upp, so tað var nú ikki so hugaligt. Men vit hugsaðu ikki tankan, at nú skuldu vit bara kasta frá okkum á Tvøroyri. Tvørturímóti hugsaði eg saman við nógvum góðum eigarum og starvsfelagum um, hvussu vit skjótast gjørligt kundu byggja alt uppaftur, sigur Bogi Jacobsen.

Virkið var tíbetur væl tryggjað, eisini ímóti rakstrartapi.

   – Har vóru vit heppin, tí upprunaliga vóru vit ikki so væl tryggjað. Men eftir at hava ráðført okkum við tryggingarserfrøðingar, tryggjaðu við okkum betri, millum annað við at tekna trygging ímóti rakstrartapi, greiðir stjórin frá.

Goymslan helt

Tað vísti seg eisini, at virðini í frystigoymsluni vóru óskalað. Har stóðu nøkur túsund tons av frystum fiski.

   – Tað var eydnast at steðga eldinum við frystigoymsluna, men vit væntaðu ikki, at standurin har inni var serliga góður, tí beint hinumegin veggin hevði hitin verið 1.500 gradir, eftir at eldurin hevði leikað í har í seks tímar. Og fiskurin í frystigoymsluni stóð beint upp at hesum vegginum. Men tá roykkavarar dagin eftir fóru inn og komu út aftur við einari eskju av makreli, var kuldin í henni enn minus 22 gradir, sigur Bogi Jacobsen.

Tí var borið skjótt av, farmaskip blivu ordrað, so alt kundi avskipast og fáast av landinum beinanvegin. Tí streymurin til frystigoymsluna var slitin.

Eftir forskriftunum skuldi brunaveggurin upp ímóti frystigoymsluni halda í minsta lagi í tveir tímar, men hann hevði altso hildið í seks tímar uttan trupulleikar. Veggurin var gjørdur av rockwool-elementum.

   – Hatta tilfarið má sigast at hava staðið sína roynd, so tað hava vit sjálvsagt brúkt saman við betongveggjum til allar brandveggirnar, tá vit hava bygt virkið uppaftur, sigur Bogi Jacobsen.

Og at byggja virkið uppaftur gekk skjótt. Longu í september 2018, stívliga eitt ár eftir eldsbrunan, lat virkið uppaftur

Á Tvøroyri er gott

Bogi Jacobsen heldur eisini, at teir nú hava fingið eitt betri virki enn tað, sum brann, tí tey hava kunnað rættað alt tað, sum tey vóru ónøgd við í tí gamla. Men hann undirstrikar samstundis, at hann tó avgjørt heldur hevði viljað sloppið undan eldsbrunanum.

   – Vanliga verður sagt, tá slíkt hendir – at eitt virkið verður fullkomiliga lagt í oyði – at tá er tað bara í fimm prosentum av førunum, at virkið verður bygt uppaftur. Tí tað er ein strævin prosess. Men vit hugsaðu ongantíð um at kasta frá okkum, ella um at fara onkra aðrastaðni við virkinum.

   – Vit hava havt tað gott á Tvøroyri, og tað hevur gingið væl, tó at okkurt lítið illveður hevur verið, síðani vit byrjaðu í 2012 – til dømis, tá vit skuldu byggja út, og friðingarmyndugleikar og onkrir borgarar mótmæltu.

   – Ongin tosaði um annað, enn at vit bara skuldu í gongd við at byggja upp aftur sum skjótast. Tí royndu vit eisini at halda upp á so nógv fólk, sum til bar, til upprudding og annað, til vit sluppu í gongd aftur, greiðir Bogi Jacobsen frá.

Hann leggur dent á, at ein endurreisn sum tann hjá Varðanum Pelagic bert letur seg gera, um ein hevur nógv góð starvsfólk rundan um seg.

Endurreista virkið stendur í umleið 550 milliónum krónum, men hóast tað gamla var væl tryggjað, so hava eigararnir eisini trivið í egnan lumma. Tí fleiri broytingar eru gjørdar í mun til gamla virkið, og tað nýggja er eisini størri.

Økja kapasitetin

Framleiðslan á Varðanum Pelagic er nakað størri í dag enn áðrenn eldsbrunan, men ætlanin er at økja frystikapasitetin uppaftur meira – úr teimum 1.000 tonsunum um samdøgrið, sum orka er til í dag, upp í 1.200 tons.

Virðismiklasta vøran er enn sum áður makrelurin, men virkið arbeiðir eisini alla sildina hjá uppsjóvarflotanum hjá móðurfelagnum Varðanum í Gøtu.

Eysturevropa hevur altíð verið ein stórur marknaður fyri sild og er tað enn, men makrelur er eftirspurdur um allan heimin. Kortini verður størsti parturin av makrelinum hjá Varðanum Pelagic seldur til Russlands. Og orsøkin er vánaligu handilsviðurskiftini, sum Russland hevur við ES og onnur lond í Vesturheiminum.

   – Tá onnur lond, sum framleiða makrel, eru útihýst á russiska marknaðinum, er trýstið vaksið á evropeiska marknaðin. Tí hava vit flutt okkum meira yvir á russiska marknaðin – tí vit sleppa, greiðir Bogi Jacobsen frá..

 

atlantic mackerel processing

 Heilfrysting

Størsti parturin av makrelinum verður seldur heilfrystur av landinum, og tað er eisini galdandi fyri sildina. Og tað er ikki, tí Varðin ikki er útgjørt til meirvirking. Tvørturímóti er Varðin Pelagic í serflokki tøkniliga sæð og kann framleiða hópin av ymiskum úrdráttum, um tað skal vera.

   – Tað er ofta tann besta søgan at kunna siga, at vit virka rávøruna mest møguligt her heima. Men tað er ikki altíð, at nøkur virðisøking liggur í tí. Við makreli og sild er tað tvørturímóti soleiðis, at tann størsti fiskurin minkar í virði, tá vit skera í hann.

   – Vit kundu sagtans skorið fiskin, men so skal tað avskorna til Havsbrún. Í tí samlaða roknistykkinum, er meira virðisøking í at heilfrysta tann stóra fiskin. Tað er eisini soleiðis, at tað bæði í Russlandi og aðrastaðni er meira tollur á innflutta fiskinum, tess meira virkaður hann er, greiðir Bogi Jacobsen frá.

Tí er tað serliga tær smærru støddirnar, sum verða avhøvdaðar ella skornar til annaðhvørt flaps – tá er ryggurin tikin úr – ella flak. Alt verður selt fryst, annaðhvørt singulfryst ella í blokki.

Surimi-ætlan

Svartkjafturin er ein søga fyri seg, tá tað ræður um virðisøking. Enn fer ein stórur partur av svartkjaftinum til ídnað, men Varðin Pelagic hevur útgerð til svartkjaftaframleiðslu.

Ætlanir um surimiframleiðslu vóru komnar langt áðrenn eldsbrunan, men steðgaðu eitt sindur upp tá, tí øll orkan er farin til at byggja virkið uppaftur og fáa ta meira siðbundnu framleiðsluna í gongd aftur.

Men surimiætlanin er als ikki slept, sigur Bogi Jacobsen.

   – Vit hava tað mesta av útgerðini, men hon er ikki sett upp. Vit hava tó eitt sindur av test-framleiðslu, har vit royna okkum fram, sigur Bogi Jacobsen.

Surimi kann gerast í ymiskum dygdum, alt eftir hvussu nógv rávøran er virkað, áðrenn hon verður vaskað og turkað til surimi

Stórt potensjali

Royndir at virka svartkjaft til surimi eru nakrar ferðir áður gjørdar í Føroyum, uttan at tað hevur ført til varandi og lønandi framleiðslu. Men Bogi Jacobsen heldur tó avgjørt, at tað ber til.

   – Eitt franskt skip hevur fiskað svartkjaft við Føroyar síðani fyrst í 80’unum og framleitt surimi, so víst ber tað til. Eg haldi, at tær royndirnar við framleiðslu, sum hava verið gjørdar, helst hava verið ov tíðliga úti í mun til tøkni og marknað. Og viðvíkjandi marknaðinum er tað eisini sera týðandi, at leveransutrygdin er í lagi. Tað er hon nú við teimum kvotunum, sum nú eru.

   – Tað eru ymiskar meiningar um, hvussu svartkjafturin best kann virðisøkjast. Eg haldi, at surimi er eitt gott boð. Í øllum førum er tað so, tá kvoturnar eru so stórar, at bara ein virðisøking upp á eini 10 oyru kilo kann økja samlaða søluvirðið við nógvum milliónum krónum, sigur Bogi Jacobsen.

Áðrenn eldsbrunan fekk Varðin Pelagic nógv burtur úr at virka lodnu til matna, serliga til tann japanska marknaðin. Øll lodnan var fiskað í íslendskum sjógvi, men har hevur stovnurin verið so illa fyri, at føroyingar onga kvotu hava fingið seinastu tvey árini.

   – Tað er sjálvandi ógvuliga keðiligt, tí lodnan gav okkum rættiliga góða inntøku, men vit fáa onki gjørt við tað, at ongin kvota er. Eg vóni tó, at vit skjótt aftur sleppa at fiska lodnu, sigur Bogi Jacobsen.

Samlaða framleiðslan av frystari vøru hjá Varðanum Pelagic liggur um 80.000 tons um árið.