Bara eitt gott ár eftir, at Varðin Pelagic á Tvøroyri brann í grund, var virkið bygt uppaftur og framleiddi við fullari megi. Virkið er sera framkomið og ført fyri at góðska fiskin upp á allar møguligar mátar. Men sambært Boga Jacobsen, stjóra, er tað ikki altíð ein virðisøking at skera fiskin.