21 nýggj starvsfólk byrja á Varðanum Pelagic  

Varðin Pelagic, starvsfólk

21 nýggj starvsfólk byrja á Varðanum Pelagic  

Í vikuni hevur Varðin Pelagic havt kunningardag fyri nýggjum starvsfólkum í felagnum. Har ímillum, vóru 21 starvsfólk, sum í næstum fara at hava sín fyrsta arbeiðsdag á virkinum.

Flestu av nýggju starvsfólkunum eru úr Suðuroynni, meðan nøkur koma norðani frá.

Dagurin byrjaði við, at nýggju starvsfólkini fingu bjóðað kaffi og køkur. Tað er umráðandi, at starvsfólk kenna seg vælkomnin á sínum nýggja arbeiðsplássi, og høvið varð til at heilsa uppá hvønn annan fyri at koma hvørjum øðrum til kennar.

Ein framløga varð hildin fyri nýggju starvsfólkunum, har tey fingu vitan um samtakið, bygnaðin og virkið. Varðin Pelagic framleiðir fiskavørur til matna til kundar kring allan heimin. Tí varð stór áherðsla løgd á handfaring av fiski, reinføri, arbeiðsmannagongdir og trygd, hetta fyri at tryggja bestu vørugóðsku.

Starvsfólk, ið frammanundan hava arbeitt í framleiðsluni, vórðu eisini boðin til eina framløgu, so at týdningurin av omanfyri nevnda eisini kundi verða endurtikin fyri teimum.

Tey nýggju starvsfólkini blivu víst runt á virkinum, og tey fingu at vita, hvørjar arbeiðsuppgávur hvør einstakur fekk tillutað.

Vit gleða okkum at bjóða nýggju og royndu starvsfólkunum vælkomnum til arbeiðis á Varðanum Pelagic.

Facebooktwitterlinkedin
Gitte Henning I
Nú eru skipini byrjað uppá sildina og fyrsta lastin verður landað á Tvøroyri.
Gitte Henning 1 er á veg heim við síni fyrstu last av makreli
Næmingar í Tvøroyrar skúla sleppa á Varðan Pelagic at royna seg í ein dag
Dagføring: Gitte Henning 1 verður á Gøtuvík kl 15 (ikki kl 16)
Gitte Henning 1 kemur týsdagin.
Gitte Henning kemur til Føroya
21 nýggj starvsfólk byrja á Varðanum Pelagic  
Tróndur í Gøtu kemur at liggja eitt knapt ár.

Comments are closed.