21 nýggj starvsfólk byrja á Varðanum Pelagic  

Varðin Pelagic, starvsfólk

21 nýggj starvsfólk byrja á Varðanum Pelagic  

Í vikuni hevur Varðin Pelagic havt kunningardag fyri nýggjum starvsfólkum í felagnum. Har ímillum, vóru 21 starvsfólk, sum í næstum fara at hava sín fyrsta arbeiðsdag á virkinum.

Flestu av nýggju starvsfólkunum eru úr Suðuroynni, meðan nøkur koma norðani frá.

Dagurin byrjaði við, at nýggju starvsfólkini fingu bjóðað kaffi og køkur. Tað er umráðandi, at starvsfólk kenna seg vælkomnin á sínum nýggja arbeiðsplássi, og høvið varð til at heilsa uppá hvønn annan fyri at koma hvørjum øðrum til kennar.

Ein framløga varð hildin fyri nýggju starvsfólkunum, har tey fingu vitan um samtakið, bygnaðin og virkið. Varðin Pelagic framleiðir fiskavørur til matna til kundar kring allan heimin. Tí varð stór áherðsla løgd á handfaring av fiski, reinføri, arbeiðsmannagongdir og trygd, hetta fyri at tryggja bestu vørugóðsku.

Starvsfólk, ið frammanundan hava arbeitt í framleiðsluni, vórðu eisini boðin til eina framløgu, so at týdningurin av omanfyri nevnda eisini kundi verða endurtikin fyri teimum.

Tey nýggju starvsfólkini blivu víst runt á virkinum, og tey fingu at vita, hvørjar arbeiðsuppgávur hvør einstakur fekk tillutað.

Vit gleða okkum at bjóða nýggju og royndu starvsfólkunum vælkomnum til arbeiðis á Varðanum Pelagic.

Facebooktwitterlinkedin
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin

Comments are closed.