Stuðulsumsókn

Samtakið Varðin veitir eftir umsókn einstaklingum, feløgum o.ø. fíggjarligan stuðul til ymisk vælgerandi-, mentanarlig- og ítróttarlig endamál. Stuðul verður ikki latin til vinnulig endamál, eins og stuðul vanliga ikki verður latin til námsferðir hjá skúlaflokkum. Samtakið Varðin tilskilar sær annars rætt til frítt at velja, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar og við hvørji upphædd.

Stuðulsumsóknir verða vanliga viðgjørdar 4 ferðir um árið (1. mars, 1. juni, 1. september og 1. desember).

Søkt verður um stuðul við nágreiniliga at fylla út teigarnar niðanfyri og síðani trýsta á knøttin ”Send umsókn”. Avsendarin fær síðani ein sjálvvirkandi teldupost við boðum um, at umsóknin er móttikin og verður viðgjørd fyrstkomandi ársfjórðing. Øll, ið hava søkt um stuðul sambært hesi mannagongd, fáa skrivligt svar, tá umsóknin er viðgjørd.