Varðin Pelagic er eitt nýmótans uppsjóvarvirki, ið selur fisk til marknaðir kring allan heimin.
Árliga framleiðslan liggur millum 65.000 og 100.000 tons. Nøgdirnar ávirkast millum annað av, hvussu stórar árligu uppsjóvarkvoturnar eru. Virkið kann framleiða áleið 1.000 tons av fiski um samdøgrið.
Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Veiðitíðin fyri hesi fiskasløgini er vanliga frá august til februar. Í hesum tíðarskeiðinum er sera nógv at gera, og øll arbeiðsorkan verður nýtt til at reka framleiðsluna. Umleið 120 fólk eru knýtt at virkinum hesa tíðina.
Hóast litið av fiski er restina av árinum, liggur virkið ongantíð stilt. Tekniska deild nýtir lásesong til at umvæla og útbyggja virkið, søludeildin má selja goymsluvøruna áðrenn nýggja framleiðslu árið byrjar, goymslan pakkar vøruna til flyting o.s.v.. Eisini verður hendan tíðin nýtt til at førleikamenna starvsfólk og at dagføra heilsu- og trygdarmannagongdir.
Varðin Pelagic keypir mest vøru frá sínum egnu skipum, og sera gott samstarv er millum virkið og flotan. Tað er stutt leið frá fiskimiðunum inn til virkið, so fiskurin í mesta lagi tveir dagar gamal, tá ið hann verður framleiddur. Fiskurin verður framleiddur uppá einans 15 minuttir, og verður støðugt hildin á 1,5 kuldastig, fyri at tryggja góðskuna.
Framleiðslugongdin er soleiðis, at fiskurin verður pumpaður úr kølitangum á skipunum inní móttøkukarið á virkinum. Síðani verður fiskurin vigaður og flokkaður í støddir. Fiskurin verður heilfrystur, flaktur ella avhøvdaður og pakkaður í lufttættar posar. Tað verður síðani fryst, pakkað í pappeskjur, sett á plattar og koyrt í goymsluna.