Fiskasløg

Varðin Pelagic er ein leiðandi veitari av uppsjóvarfiski í Norðurlondum. Vit hava stórar uppsjóvarkvotur og leggja dent á at framleiða hágóðsku vøru. Okkara vørur eru makrelur, sild, svartkjaftur og lodna, og av hesum virka vit rundan fisk, avhøvdaðan fisk, fløk og flaps.

Føroyar liggur mitt í Norðuratlantshavinum, ið merkir, at vit eru mitt millum tey bestu fiskimiðini. Ofta snýr tað seg bert um tímar, frá tí at fiskurin er veiddur av okkara skipum, inntil hann verður virkaður á Varðanum Pelagic. Fyri at varðveita rávørugóðskuna best møguligt verður fiskurin verður støðugt hildin á -1,5 °C frá veiðu, inntil hann verður endaliga frystur á Varðanum Pelagic. Vit pakka fiskin í lufttættar plastposar, snarfrysta hann, og verja hann móti dagsljósi. Okkara standard pakking fyri allar vørur er 2x blokkar av fiski pakkaðir í pappeskju. Sí okkara pakking her.

Sí meira um okkara vørur við at trýsta á eitt av fiskasløgunum niðanfyri.

Makrelur
Scomber scombrus
Sild
Clupea harengus
Lodna
Mallotus villosus
Svartkjaftur
Micromesistius poutassou