Búmerkið

Varðin Pelagic er dóttirfelag hjá Varðanum. Búmerkið hjá Varðin Pelagic er eins og búmerkið hjá Varðanum, og tað er sermerkt og týðandi.
Varðin er reistur fyri at hjálpa fólki at finna vegin fram. Varðin sigur okkum somuleiðis, at tú skalt taka eitt stig í senn, til tú røkkur á mál.

Harumframt er hann myndaligur, ítøkiligur og er gjørdur úr sama tilfari sum land okkara. Varðin talar um sølu, um siðvenju og um endurnýggjan.

Varðin er ein lívsjáttandi ímynd av leiðandi feløgum í Føroyum.

Tilfar: