Varðin Pelagic á fiskarímessu í Boston

Varðin Pelagic á fiskarímessu í Boston

Síðstu dagarnar hava fólk frá søludeildini hjá Varðanum Pelagic verið á fiskarímessu í Boston í USA. Hetta er ein stór messa, serliga fyri tann amerikanska marknaðin.

Fleiri føroyskar fyritøkur eru við á messuni, millum annað Bakkafrost, Faroe Ship og Varðin Pelagic.

USA er vanliga ikki stórsti marknaðurin, tá ið talan er um pelagiskar vørur, sum vit føroyingar framleiða. Men heilt eigasórt er tað tó ikki; og tað er stórur marknaður fyri surimi, sum Varðin Pelagic fyrireikar seg til at framleiða. Ætlandi byrjar framleiðslan seinni í ár.

Umboðini fyri Varðan Pelagic á fiskarímessuni eru Bogi Johannesen, søluleiðari og Allan Smedemark, sølumaður fyri Asia og tann amerikanska marknaðin.

 

 

 

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.