Varðin keypir høvuðssætið hjá BankNordik fyri 140 mió. kr.

Varðin keypir høvuðssætið hjá BankNordik fyri 140 mió. kr.

BankNordik og P/f Varðin hava í dag skrivað undir avtalu, ið ber við sær, at bankin selur Varðanum høvuðssætið fyri 140 mió. kr. Sølan broytir tó einki fyri virksemið hjá BankNordik-samtakinum, og tí fara hvørki kundar ella starvsfólk at merkja nakra broyting.

Tað var í fjør heyst, at Fíggjareftirlitið gav BankNordik boð um at niðurskriva høvuðssætið í Tórshavn. Í tí sambandi varð høvuðssætið niðurskrivað til 62 mió. kr. í roknskapinum hjá samtakinum – eitt virði, ið var væl lægri enn tað, sum bankin metti seg kunna fáa, um bygningurin varð seldur. Tí gjørdi ban- kin herfyri av at selja høvuðssætið, um eitt nøktandi boð fekst.

Samráðingarnar millum Varðan og BankNordik hava gingið væl, og báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna. ”Hóast bygningurin nú hevur fingið nýggjan eigara, verður hann framhaldandi høvuðssæti hjá BankNordik- samtakinum. Á tann hátt fær sølan als onga ávirkan á okkara dagliga virk- semi, og hvørki kundar ella starvsfólk fara at merkja nakra broyting”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Keypsavtalan er treytað av góðkenning frá partaeigarunum í P/f Varðanum, og væntandi verður keypið samtykt á aðalfundi innan eina viku. Umframt søluna av bygninginum hava partarnir gjørt ein langtíðar leigusáttmála. BankNordik fer at leiga bygningin í 15 ár við møguleika fyri at leingja tíðar- skeiðið við 5 árum. ”Vit eru fegin um, at Varðin, sum er ein sterk føroysk fyritøka, hevur víst áhuga fyri hesum langtíðar leigusamstarvi um høvuðs- sætið,” sigur Árni Ellefsen. Árliga leigan verður umleið 5 mió. kr., og tað meta báðir partarnir vera rímiligt.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.